Talið av fólki, sum eru staðfest positiv við koronuvirus, er í dag farið um 40 milliónir kring heimin.
Tað sæst av uppgerð frá Johns Hopkins University.
Í morgun eru skrásett 40.050.902 smittutilburðir um allan heimin.
USA, India og Brasilia eru ovast á listanum av londum, sum hava skrásett flest smittað.
Í USA eru skrásett 8,1 millión smittutilburðir, meðan tað í India og Brasilia eru skrásett 7,6 og 5,2 milliónir smittað.
Tilsamans 1.113.909 persónar eru deyðir við koronuvirus kring allan heimin.
Hyggja vit á listan yvir lond við flestu koronuandlátum sæð í mun til íbúgvatalið, eru tað lond sum Peru, Belgia og Bolivia, sum liggja ovast.
Samanbering millum lond skulu tó takast við ávísum fyrivarni, tá tað er munur á, hvussu nógv verða kannað fyri smittu í ymsu londunum, og hvussu andlát í sambandi við koronu verða gjørd upp.
Koronuvius varð fyrstu feðr staðfest í Kina stutt fyri nýggjár og hevur síðani spreitt seg til restina av heiminum.
/ritzau/











