Heimurin eigur at takka Sharon

Amerikanski forsetin heldur, at altjóða samfelagið eigur at takka ísraelska forsætisráðharranum fyri afturtøkuna úr teimum palestinsku økjunum

- Allur heimurin átti at sagt: "Takk, Ariel. Nú fáa vit ein møguleika at fara undir at skipa eitt friðarligt palestinskt ríki".
Orðini eigur amerikanski forsetin, George W. Bush, og tey fullu, tá hann fyrrakvøldið hitti amerikanskar blaðútgevarar, sum fingu at vita frá forsetanum, at teir høvdu ikki gjørt nóg mikið burtur úr vælvildini hjá Sharon.
Í tí arabiska heiminum eru leiðararnir í øðini inn á Bush, tí hann hevur treytaleyst hevur sagt seg stuðla ísraelsku avgerðini at taka seg aftur úr Gaza og pørtum av Vestara Áarbakka. Tey arabisku londini vísa á, at sambært ætlanini hjá Sharon leggur Ísrael ein part av Vestara Áarbakka undir seg, samstundis sum palestinsk flóttafólk endaliga missa øll rættindi til at venda heimaftur.
Palestinski forsætisráðharrin, Ahmed Qurie, sendi fyri nøkrum døgum síðani Bush eitt bræv, har hann biður forsetan hugsa seg um eina ferð afturat. Queri vísir á, at avgerðin hjá Bush at styðja ætlanina hjá Sharon stríðir ímóti tí politikki, sum USA hevur rikið í Miðeystri í mong ár.
- Tá ognartøkan av økjunum á Vestara Áarbakka verður tikin við, er afturtøkan úr Gaza ikki ein søguligur møguleiki, sum tygum vil vera við, men heldur eitt fongsul, skrivar Qurie í brævinum til Bush.