Heimstaðurin heiðrar Hanusi

Hanus G. Johansen hevur í kvøld fingið nýggju mentanarheiðurslønina hjá klaksvíkingum, sum er 75 túsund krónur

Fyri fyrstu ferð skipar Klaksvíkar kommuna fyri nýggjárshaldi í miðbýnum. Ætlanin var, at haldið skuldi verða uttanfyri Posthúsið, men orsaka av ólagaliga veðrinum, sum hevur verið fyrr í kvøld, varð avgjørt at flyta haldið inn á Posthúsið.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hevur fyri løtu síðani handað nýggju mentanar virðislønina, sum ætlanin er at handa um hesa tíðina á hvørjum ári. Heitið er Listavirðisløn Nólsoyar Páls. Fyrsta heiðurslønin varð handað vísusangaranum Hanusi G. Johansen, sum er ættaður úr Klaksvík, og sum miðskeiðis í seksti árunum í heimbýnum fór undir virksemið, sum seinni bar yrkisleiðina sum vísusangari við sær.

Umframt heiðursbræv handaði borgarstjórin Hanusi G. Johansen ein kekk áljóðandi 75 túsund krónur. Borgarstjórin segði, at sømdargávan er latin av kommununi og sterka vinnulívinum í býnum.

Í nevndini, sum hevur gjørt av, at Hanus G. Johansen skuldi vera tann fyrsti at fáa Listavirðisløn Nólsoyar Páls, vóru Archibald Black, listamaður, Oliver Joensen, blaðstjóri, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

(Mynd: Erik Biskopstø)