2. jólakvøld fær Tjóðpallur Føroya altjóða dám, tá tríggir føroyskir bólkar, ið spæla heimstónleik, fara á pallin har. Talan er um Dánjal á Neystabø, Yggdrasil og nýggja bólkin Gypsi Train.
Bólkarnir spæla ymisk sløg av tónleiki. Jazz, folk, ska, reggea og rock, men felagsnevnarin fyri bólkarnar er tað, sum í altjóða høpi verður rópt worldtónleikur, ella heimstónleikur.
Sambært fyrireikarunum er tað ikki bara bólkarnir, sum tónlistarliga spenna víða. Tá tað kemur til aldur er eisini stórur munur á tónleikurunum. Yngsti tónleikari er 17 og elsti 63.
Konsertin á Tjóðpallinum í Havn byrjar klokkan níggju 26. desember og er fýra tímar lang.










