Heimsstjørna til PSG

Dýrasti Premier League-leikarin nakrantíð er skiftur til París

Seinastu tíðina hava nógvar leysasøgur gingið um, at Angel di Maria hevur verið ávegis til Paris Saint-Germain, hóast tað bara er eitt ár síðani, at Manchester United keypti hann fyri 59,7 milliónir pund. Hendan keypsupphæddin er tann dýrasta, ið eitt Premier League-felag nakrantíð hevur rindað fyri ein spælara.

 

Og hald er er í nógvu leysasøgunum, tí at í dag hava bæði feløgini váttað, at di Maria er PSG-leikari. Í bretskum miðlum verður mett, at keypsprísurin liggur um 45 milliónir pund. Harvið hevur United mist næstan 15 milliónir pund upp á ein leikara, sum reyða Manchester-felagið keypti fyri bara einum ári síðani.

 

Bretskir miðlar siga seg eisini vita, at sáttmálin hjá di Maria við PSG er galdandi til 2019.