Heimsstjørna fingið koronu

Hann missur í hvussu so er tveir landsdystir

Tað ernú greitt, at eisini heimsstjørnan, miðvallarin hjá Manchester United, Paul Pogba, hevur fingið koronu. Tað upplýsti franski landsliðsvenjarin, Didier Deschamps, nú hann hevur kunngjørt liðið, sum nú skal spæla Nations Leage dystir ímóti Svøríki og Kroatia. Útidysturin imóti Svøríki verður næsta leygardag, tað er tann 5. september og heimadysturin ímóti Kroatia verður tríggjar dagar seinni, týsdagin tann 8. september

Sostatt er Paul Pogba ikki á liðnum, men er settur í sóttarhald í tvær vikur, skriva bæði BBC og Skysports

Kortini er væntandi, at Paul Pogba verður klárur til Manchester United skal spæla sín dyst í Premier League, sum verður ímóti Crystal Palace á Old Trafford tann 19. september.

Ístaðin fyri Pogba, er 17 ára gamli leikarin hjá Rennes, Eduardo Camavinga, úttikin til landsliðið.