Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út »Heimssøgu 2« eftir Asle Sveen, Svein Aastad og Hans Jacob Debes. Heri Jacobsen hevur týtt og tillagað norska tekstin, Dagbjartur Debes hevur skrivað myndatekstin og gjørt spurningar og uppgávur til føroyska partin av bókini, og Martin Joensen hevur gjørt kápumyndina.
»Heimssøga 2« hevur undirheitið Maskinur og maktstríð og viðger tíðarskeiðið frá 1800-1939.
Hetta er onnur bók í røðini »Heimssøga« ætlað fólkaskúlanum. »Heimssøga 1« kom út í fjør og viðger tíðarskeiðið frá elstu tíðum til ídnaðarkollveltingina.
Í »Heimssøgu 2« eru nógvar myndir, bæði litmyndir og svart/hvítar myndir. Har eru fotomyndir, avmyndaðir málningar og tekningar. Nógv kort eru eisini í bókini.
»Heimssøga 2« er ætlað søguundirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans.
Hestprent hevur staðið fyri repro, umbróting og prentumsiting.
Bókin er 167 blaðsíður og kostar 160 kr.