Heimssamfelagið má leggja uppí í Zimbabwe

Zimbabwiski andstøðuleiðartin, Morgan Tsvangirai, heldur, at nú hevur heimssamfelagið tosað nóg leingi um Zimbabwe. Nú má umheimurin taka sær um reiggj

- Fáa vit ikki hjálp frá altjóða samfelagnum, fer Zimbabwe í upploysn.

 

Tað sigur Morgan Tsvangirai við bretska blaðið The Guardian. Tsvangirai er leiðari hjá zimbabwisku andstøðuni og var forsetavalevni hennara, til hann nú um dagarnar valdi at taka seg aftur. Avgerð hansara fekk trygdarráðið hjá ST at biðja stjórnina hjá Robert Mugabe, forseta avlýsa umvalið, sum er sett at vera fríggjadagin, men tað vil stjórnin ikki.

 

-Vit vilja ikki hava eitt vápnað stríð, men fólkið í Zimbabwe vónar, at heimsins leiðarar eru til reiðar at brúka vápnamegi oman á tey mongu orðini, sum vit hava hoyrt. Okkum tørvar friðarvarðveitandi hermenn, ikki ófriðarkroppar. Teir fremmandu hermenninir skulu skilja fólkið frá ófriðarkroppunum og verja ta demokratisku tilgongdina, sum Zimbabwe rópar eftir, sigur Morgan Tsvangirai við The Guardian.

 

 

Neyvan hermegi

 

Hann vann fyrra umfar av forsetavalinum, sum var í mars, men sambært valnevndini fekk hann ikki tey neyðugu 50 prosentini av atkvøðunum. Tí hevur stjórnin lýst umval tann 27. juni, men áhaldandi ágangur fekk Tsvangirai at taka seg aftur sum valevni.

 

- Stríðið í Zimbabwe er eitt stríð ímillum demokrati og einaræði, ímillum rættvísi og órættvísi, ímillum rætt og rangt, sigur Tsvangirai.

 

Sambært The Guardian er tað ikki sannlíkt, at altjóða samfelagið fer at leggja uppí í Zimbabwe við hermegi. Amerikanski ST-sendiharrin, Zahmay Khalilzad, hevur sagt, at USA er til reiðar at biðja ST-trygdarráðið umhugsa onnur tiltøk, um stýrið hjá Robert Mugabe noktar at avlýsa seinna valumfar. Zimbabwiski forsetin hevur svarað, at valið verður, eisini um hann er einsamalt valevni.