Heimssamfelag ella heimføðisskapur

Dávid Isfeld, Hósvík
-----------

Eg havi hoyrt og lisið um mangan føroying, sum talar ímóti altjóðagerðini og vilja ikki hoyra um, at Føroyar skulu luttaka í, ella gerast ein partur av, heimssamfelagnum. Men tað svarar til at ynskja, at vera og liva á eini aðrari gongustjørnu. Tað er við øðrum orðum bæði vónleyst og ógjørligt.
Hetta fær meg at koma í tankar um, at fyri at spara, vilja mong hava Uttanríkisráðið niðurlagt. Typisk føroysk reaktión. Tað fyrsta, ið lagt verður eftir, er tað, sum skapar handilssambond og diplomatisk sambond. Tað er tí, at tað luktar ov nógv av sjálvræði, initiativ og ábyrgd, so tað má niðurleggjast.
Tað er júst tí, at tað er so týdningarmikið at fáa heimføðingin úr føroyinginum. Heimføðingurin tarnar alla menning. Hesin sinnisstandur má tískil halda uppat nú, tí hann er skaðiligur fyri allan framburð í vinnuni; og slík tankagongd er avlíkavæl farin yvir síðsta søludag - tað er eisini tí, at næstan eingin keypur hatta longur. Men tey, sum hava keypt ov gamlar hugsanir og fatanir eru meinbogar fyri teimum, sum vilja meira við lívinum og fyri Føroyar, tí tey eru ein partur av arbeiðsmarknaðinum, sum skal vera dynamiskur og ikki stirvin - stirvin og konservativ fólk velja eisini stirvnar, konservativar og visjónsleysar politikarar.

Heimurin fullur av møguleikum
Eg hoyrdi í útvarpinum í viku 3, at vit ikki kunnu velja globaliseringina frá, tí at hon kemur inn á okkum uttan mun til, um vit ynskja at vera ein partur av heimssamfelagnum ella ikki. Beinanvegin rann mær í hug allar teir føroyingar, sum helst vilja halda á fram við at "ganga í grind", ræna egg, skjóta haru og fugl, hava seyð og gæs og fara á flot, fyri síðani at gera eitt sindur av nútíðmans "siviliseraðum" arbeiði í smáu intervallunum millum "innløguarbeiðini".
Eg vil ikki vera tann, sum brestur bløðruna, ið inniheldur ta fatan, at áðurnevndu miðaldarlivibreyð eru hornasteinar í føroyska samfelagnum; bæði hvat ið lívsuppihald og mentan viðvíkur, men tað er altso ikki fuglur, grind og knæbóndavirksemi, ið ber búskapin. Tó vil eg taka undir við, at áðurnevndu hættir at vinna sær eitt sindur av tí besta og mest vistfrøðiliga mati her um leiðir, er ein góð og livandi mentan. Vit mugu bara gevast við at halda, at hesi ítriv eru annað enn ítriv; hóast tað er eitt mat-ískoyti. Ov nógvir føroyingar raðfesta hesi ítriv fram um arbeiði. Tað er ikki gagnligt fyri arbeiðseffektivitetin, búskapin og síðani vælferðarsamfelagið - mangir løkir smáir - og tí meini eg, at ein nútíðmans hugburður má avloysa tann gamla skjótast gjørligt.
Vit mugu lata dyrnar upp fyri heiminum, og eisini sjálv fara út í heim og hava vitan og førleikar við heim aftur. Vit mugu ómøguligt varðveita tann mentala kinverka múrin, sum hevur verið í gerð ov leingi um Føroya land og fólk.
Vit verja ikki okkum sjálv við at útihýsa heimin uttan fyri Ríkisfelagsskapin, vit avmarka bert okkara egnu handilsmøguleikar og gera sostatt okkara forhandlingsplattform veikan og fáa vánaligar avtalur; og tað er ein orsøk til, at alt, sum vit keypa í Føroyum t.d. matur, tól og amboð, er dýrari enn tað nýtist at vera. Hygg eftir prísunum í Týsklandi og Bretlandi, so fert tú at undrast á, hví føroyskar fyritøkur keypa allar sínar vørur úr Danmark.