Eitt sindur av tilvild vóru tveir av tíðarinnar størstu teinkjarum Jürgen Habermas og Jacques Derrida í New York 11. september 2001. Og ikki óvæntað gjørdu teir sær sínar tankar um tað, teir sóðu. Ein triði heimspekingur, Giovanna Borradori, var skjót at hugsa stórt og setti sær fyri at fáa eitt prát við Habermas og Derrida um tað, teir hugsaðu. Úrslitið er framúr áhugaverda bókin Filosofi i terrorens tid, sum uttan iva verður samtíðarinnar týdningarmesta verk um yvirgang.
Í samrøðunum venda Habermas og Derrida okkara fatan av yvirgangi á høvdið og bróta við vanliga retorikkin kring gott og ónt. Teir koma víða um við hugleiðingum um upprunan til yvirgang, grundarlagið, ið vesturlendsk mentan byggir á, framtíðina hjá fólkaræðinum og í hvønn mun heimspekin kann gera sítt til at skapa eina meir rættvísa heimsskipan.
Habermas og Derrida tosa út frá hvør síni heimspekiligu siðvenju, samstundis sum teir umboða tvey tey mest ráðandi rákini í modernaðari hugsan. Men bókin er ikki bara ein framúr áhugaverd innleiðsla í tankauniversini hjá tveimum av tíðarinnar størstu heimspekingum. Við at brúka teirra ástøði til at greina eina heilt ítøkiliga hending, sum vit øll onkursvegna hava upplivað, verða teir munandi lættari at fata, enn teir annars ofta tykjast.