Heimsmet í móðurmerkjakrabba

Onga aðrastaðni í heiminum fáa so nógv fólk móðurmerkjakrabba sum í Avstralia og Nýsælandi.

Á hvørjum ári fáa 14.000 avstraliumenn staðfest móðurmerkjakrabba, og næstan 2.000 fólk doyggja hvørt ár í Avstralia av móðurmerkjakrabba. Tað eru fleiri enn í nøkrum øðrum landi. Næst eftir avstraliumenn eru nýsælendingar, sum eisini eru hart raktir av móðurmerkjakrabba.

 

Roknað eftir íbúgvaratalinum fáa 10 ferðir fleiri avstralskar kvinnur móðurmerkjakrabba enn kvinnur í Evropa. Tá talan er um menn, fáa 20 ferðir so nógvir avstralskir menn móðurmerkjakrabba sum evropeiskir menn, skrivar cnn.com.

 

Móðurmerkjakrabbi er tann vandamiklasti av fleiri sløgum av húðkrabba.

 

Húðkrabbi er nú vorðin so vanligur í Avstralia, at tveir av trimum avstraliumonnum fáa staðfest húðkrabba, áðrenn teir eru 70 ár. Avstralska stjórnin og nógvir ymiskir felagsskapir hava annars leingi roynt at broyta hugburðin um, at ein avstraliumaður eigur at vera sólbrendur.

 

Tey ungu verða eisini hart rakt. Hagtølini hjá avstralska heilsustovninum vísa, at hvønn dag fáa tveir til tríggir avstraliumenn millum 15 og 24 ár staðfest móðurmerkjakrabba.

 

Hóast Nýsæland ikki hevur somu mentan sum avstraliumenn at liggja á strondini, so vita nýsælendingar ikki nóg mikið um, hvussu vandamikil ov nógv sól kann vera, siga serfrøðingarnir, sum vænta, at tilburðirnir av móðurmerkjakrabba í Nýsælandi fara at gerast upp aftur fleiri komandi árini.

 

Í Nýsælandi fáa 50 av hvørjum 100.000 íbúgvum staðfest móðurmerkjakrabba. Í Avstralia er talið 48 tilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, skrivar cnn.com.