Al Hilal sum spælir í bestu saudiarabisku fótbóltsdeildini hevur júst sett eitt flott heimsmet.
Al Hilal hevur nevnliga vunnið 28 kappingardystir á rað.
Heimsmetið var sett týskvøldið tá Al Hilal í asiatisku útgávuni av Champions League vann 2-0 á Al Ittihad.
Gamla heimsmetið átti eitt lið, sum á nøkrum sinnum hevur spælt evropeiskar dystir móti føroyskum liðum, nevnliga The New Saints úr Wales.
Kappingarárið 2016-2017 vann The New Saints 27 kappingardystir á rað.