Heimsmet í ófatiligum tennisdysti

Tað er ein dystur við nógvum heimsmetum, sum fer fram við Wimbledon í ár. Týsdagin byrjaðu franski Nicolas Mahut og amerikanski John Isner teirra dyst, men hann mátti avbrótast vegna myrkur. Dysturin var uppaftur tikin seinnapartin í gjár, og tað var eingin, sum hevði roknað við, at ein triði dagu skuldi til, fyri at avgera maraton tennisdystin.

 

Í teimum stóru kappingunum ? Australian Open, French Open, Wimbledon og US Open ? er tað soleiðis, at eitt fimta og avgerandi sett ikki kann enda við einum sonevndum tie-break, har spælt verður upp til 7 bóltar, tó við tveimum á muni. Settini skulu avgerast við einum tveir »game« muni.

 

Tað var í 1973, at tie-break var innført, og longsti dysturin í games var millum Pancho Gonzales og Charlie Pasarell við Wimbledon í 1969, tá avgerðin ikki fall fyrr enn eftir 112 games.

 

Longsti dystur í tíð var milolum franskmenninar Fabrice Santoro og Arnaud Clement við French Open í 2004, og vardi í seks tímar og 33 minuttir.

 

Eftir at hava spælt í tríggjar tímar týsdagin var dysturin steðgaður við hesa støðuna:

 

Nicolas Mahut-John Isner: 4-6, 6-3, 7-6 (9-7), 6-7 (3-7) 59-59

 

Í gjár var dysturin uppaftur tikin við fimta setti, men eftir sjey tímum og støðuna 59-59 var aftur avblást vegna myrkur.

 

Í dystinum er eisini eitt annað met sligið, nevniliga tað fyri flest servu-ess. Heili 98 servu-ess hevur Isner sligið, meðan Mahut er beint í hølunum við 94. Metið framman undan átti Ivo Karlovic frá einum Davis Cup dysti í fjør.