Tað eru 37 ár síðani, at fyrsti maður rann 100 m skjótari enn 10 sekund. Síðan eru tíggju heimsmet sett. Tað seinasta av hesum var, tá Powell í farnu viku rann teinin uppá 9,77 sekund. Hetta er ein hundrada part skjótari enn Tim Montgomery rann teinin, tá hann í september 2002 sett gamla metið.
Powell segði við BBS sport, at venjarin hjá honum var illur eftir kappingina, tí hann gjørdi ein feil móti endanum, sum gjørdi, at tíðin ikki bleiv enn betur. Ikki kann sigast annað enn at Powell hevur ein krevjandi venjara.
Asafa Powell gjørdist, longu áðrenn hann setti heimsmet, nummar eitt á styrkilistanum hjá monnunum. Heimsmetið ger tað sostatt meira torfórt hjá hinum monnunum at takað hann aftur í kappingini um at gerast heimsin besti frælsi ítróttarmaður.










