Heimsmeistarin er eisini føroyameistari

Sverri Sandberg Nielsen, sum vann heimsmeistariheitið í bólkinum ?Junior Men? síðsta vikuskiftið, vann føroyameistaraheitið í inniróðri seinnapartin.

Tað var í bólkinum tungvekt hjá monnum.

 

Sverri Sandberg Nielsen fór undan hinum beinanvegin og vann greitt, skrivar heimasíðan drekin.fo.

 

Havnar Róðrarfelag skipar fyri óalmennari FM-kapping í inniróðri í Eysturskúlanum í dag.