Stangabrúgvin var full av fólki, tá ið egnikappingin fór í gongd í dag. Veðrið var gott, og fólk vóru spent at vita, hvør nýggi føroyameistarin fór at verða, og um hesin fór at megna at vinna á norsku og íslendsku gestunum.
Fólk heppaðu óført, og menninir kýttu seg. Kappingin var í tveimum umførum, og vinnarin gjørdist Elmar Rubeksen úr Hvannasundi. Ólavur Jacobsen úr Klaksvík, sum vann kappingina seinasta ár, gjørdist nummar tvey, og Jógvan á Lakjuni úr Klaksvík var nummar trý.
Fremstu tíðirnar í egnikappingini vóru hesar:
Elmar Rubeksen 8,21,61 min.
Ólavur Jacobsen 8,44,30
Jógvan á Lakjuni 8,45,26
HINAR KAPPINGARNAR:
Kappingina í Kjelving vann Kári Vitalis úr Klaksvík, norðmaðurin Kell Evensen vann føroysmeistarkappingina í Agnskering, Bjørn Kallsoy vann bæði kappingina um at halda dregg og Sjómanstak.
Miriam og Kári Vitalis vunnu hespuvindingina við 5,00,22 minuttum.
Magnus Jákupson vann svimjikappingina fyri dreingir undir 14 ár, meðan Kári á Høvdanum vann svimjikappingina fyri menn yvir 14 ár










