Mikudagin verður høvið at læra bæði cha-cha-cha og vals í Dansifrøi.
Hesa vikuna hava LS Dans og Dansifrøi vitjan av Bjørn Bitsch, sum er heimsmeistari í sportsdansi.
Í hesum sambandi verður skipað fyri frálæru í cha cha cha og valsi. Hesin, Bjørn Bitsch og Ashli Williamson hava júst endurvunnið heimsmeistaraheiti í kapping í Kina leygardagin.
Dagurin byrjar klokkan 18 við undirvísing í valsi, og tann næsta tímar er cha cha cha á skránni. Hvørt skeiðið kostar 150 krónur.










