Tað var føroyski heimsmeistarin í hondbólti, Jóhan á Plógv Hansen, sum í stórslignu náttúruni við Trøllkonufingur bleiv vígdur unnustu síni gjøgnum nógv ár, Astrid Juhl Kyhn. Tey bæði eiga eisini saman tríggjar mánaðar gomlu dóttrina Noru.
Tað var borgarstjórin í Vága Kommunu, Eyðdis Niclasen, sum vígdi tey bæði við Trøllkonufingri sum bakgrund.
Hóast Jóhan á Plógv Hansen er uppvaksin í Havn, so hevur hann, sum navnið eisin sigur, røtur í Sandavági.
Stór samrøða var við Jóhan á Plógv í VIkuskiftis-Sosialinum, sum enn fæst í sølubúðunum kring landið.











