Heimsmeistari á veg til Chelsea

Premier League: Nógv bendir á, at Enzo Fernandez verður í at síggja í Chelsea

Enzo Fernandez bleiv valdur til besta unga spælara til HM-endaspælið í Katar. 21 ára gamli argentinski miðvallarin spælir við Benfica í Portugal, men søgan sigur, at Chelsea eru til reiðar at rinda næstan eina milliard krónur fyri HM-vinnaran.

 

Enzo Fernandez hevur longu áðrenn HM-endaspælið verið settur í samband við eitt skifti til eitt nú Premier League, men hann hevur bara spælt í Benfica í eitt hálvt ár. Tí var mett, at miðvallarin fór at spæla kappingarárið liðugt við Benfica, men Chelsea sigst vilja tað øðrvísi.

 

Bretskir miðlar skriva, at Enzo Fernandez hevur biðið um ikki at verða ein partur av hópinum til komandi dyst, tí hann ynskir eitt skifti til Chelsea. Benfica kann standa ímóti, men bara til at boðið kemur upp í móti milliardini, tí so má Benfica lata hann fara. Tað stendur í sáttmálanum.

 

Í Benfica sigast áskoðararnir vera ónøgdir við, at heimsmeistarin ikki vil lata seg fagna saman við teimum og spæla kappingarárið liðugt. Hinvegin er eitt yvirskot á næstan 900 milliónir krónur ikki so galið fyri ein spælara, sum kom til felagið fyri einum hálvum ári síðani.

 

1Arsenal16141140:1443
2Manchester City16113244:1636
3Newcastle1797132:1134
4Manchester Utd16102424:2032
5Tottenham1793533:2530
6Liverpool1784534:2228
7Brentford1868430:2826
8Fulham1774629:2725
9Chelsea1674520:1825
10Brighton1673628:2424
11Crystal Palace1664617:2122
12Aston Villa1763819:2521
13Leicester17521026:3017
14Leeds1644823:2916
15Bournemouth1744918:3616
16Everton1736813:2015
17West Ham17421113:2214
18Nottingham F.1735912:3414
19Wolves17341010:2613
20Southampton17331115:3212