Heimsmeistararnir tætt við at rúka

Eftir eina vánaliga byrjan skuldi Italia í kvøld reisa seg, tá ið teir møttu Rumenia. Rumenska verjan stóð seg væl í undankappingini, og heldur ikki Frakland megnaði at skora ímóti teimum í fyrsta EM-endaspælsdystinum.

Fyrri hálvleikur gekk javnt fyri seg, og hóast bæði liðini høvdu nakrar smávegis málmøguleikar, so endaði fyrr hálvleikur málleysur.

Bæði liðini høvdu við hesum leikt tríggjar hálvleikir í EM-endapælinum uttan at skora mál, men í seinna hávleiki komu bæði á máltalvuna. Rumenia legði seg á odda í 55. minutti við máli frá álopsstjørnu teirra, Adrian Mutu. Uppleggið átti italski verjuleikarin, Gianluca Zambrotta, sum fór fullkomiliga skeivur av einari afturlegging til sín málmann.

Gleðin hjá teimum gulu var tó stokkut, tí bara ein minutt seinni lá bólturin í hinum málinum. Christian Panucci átti seinasta fótin á hesum máli, sum spretti burturúr einum hornasparki.

Bæði liðini høvdu stórar málmøguleikar at skora avgerandi máli, og størsta møguleikan fingu Adrian Muti og Rumenia, men Fiorentina-áleyparin brendi brotssparkið, sum hann og land sítt fingu tillutað.

 

Nú sær av álvara svart út hjá italsku heimsmeistarunum, og sigur er nú eitt krav hjá teimum, tá ið teir møta Fraklandi í síðsta bólkadystinum. Umframt hetta er tað eisini eitt krav, at Rumenia ikki vinnur á Hollandi.

 

Italia - Rumenia 1-1 (0-0)

0-1: Adrian Mutu, 55.

1-1: Christian Panucci, 56.