Heimsmeistararnir hava úttikið EM-hópin

Landsliðsvenjarin hjá sponsku heimsmeistarunum, Vicente del Bosque, hevur úttikið 21 mans, sum kunnu gera seg galdandi til EM-endaspælið í summar. Enn hevur hann tó ikki úttikið leikarar úr FC Barcelona og Athletic Bilbao, eftirsum hesi liðini spæla steypafinaluna 25. mei.

 

Við í fyribils hópinum eru tveir leikarar, sum kunnu fáa sín fyrsta dyst á spanska landsliðnum. Talan er um teir báðar Benat Etxebarria úr Real Betis og Javier Garcia úr Benfica.

 

Spania spælir seinni í hesum mánaðinum venjingardystir ímóti Serbia og Suðurkorea.

 

Teir, sum higartil eru úttiknir, eru:

 

Málverjar: Iker Casillas (Real Madrid), Pepe Reina (Liverpool), David De Gea (Manchester United)

 

Verjuleikarar: Jordi Alba (Valencia), Raul Albiol (Real Madrid), Alvaro Arbeloa (Real Madrid), Alvaro Dominguez (Atletico Madrid), Sergio Ramos (Real Madrid), Ignacio Monreal (Malaga), Juanfran (Atletico Madrid)

 

Miðvallarleikarar: Santiago Cazorla (Malaga), Xabi Alonso (Real Madrid), Isco (Malaga), Benat Etxebarria (Real Betis), Javier Garcia (Benfica), Bruno Soriano (Villarreal)

 

Áleyparar: Alvaro Negredo (Sevilla), Roberto Soldado (Valencia), Jesus Navas (Sevilla), Adrian Lopez Alvarez (Atletico Madrid), David Silva (Manchester City)