Heimsmeistararnir fingu bank

Talan var um ein av teimum heilt góðu fótbóltsdystunum í EM-endaspælinum higartil, tá Holland vann ein knúsandi sigur á heimsmeistarunum.

Hóast tølini tala sítt týðiliga mál um, at Holland var betra liðið, so munnu italiumenn helst vera við, at teir ikki høvdu teir so væl kendu marginalarnar við sær.

Soleiðis stóð Nistelrooy fleiri metrar rangstaddur, tá hann skoraði fyrsta málið. Við næsta málið bjargaði van Bronckhorst á strikuni, áðrenn hann var snúningspunktið í framúr vøkrum kontraálopi, og beint undan triðja hollendska málinum hevði Pirlo sent frísparksroynd á stólpan.

Men millum málini prógvaði Holland tó eisini, at teir eiga framúr fótbóltsúrmælingar. Teir vóru hvassari og meira ágangandi enn Italia, sum við ósigrinum fekk dyggasta lúsingin í fleiri ár.

Holland tykist hinvegin stevna beint móti fjórðingsfinalunum.