Teir fara at heilsa upp á føroyskar hondbóltsfjepparar og møguleiki verður at fáa autografar og taka eina mynd saman við teimum, siga fyrireikararnir í SMS.
Tey siga, at Jóhan á Plógv eisini hevur tikið bóltar og annað við, so fólk kunnu royna at skjóta á mál og vera við í kappingini um signeraðar landsliðsblusur. Tað verður á skránni í SMS í dag klokkan 16-17.30.