Heimsmeistarar í HM-orrustu í talvi

Telvarar um allan heim eru sera spentir um júst hesa orrustuna: Anand ? Topalov.

 

Báðir tveir hava ? á hvør á sín hátt ? av álvara tikið talvheimin á bóli seinastu mongu árini. Stílurin er ymiskur. Meðan 40 ára gamli, hóvligi, Anand er sannur meistari, tá um fyrireiking viðvíkur og í so máta er meiri heilstoyptur sum telvari, er 35 ára gamli, ágangandi, Topalov, kendur fyri at taka stórar váðar á seg og at sigra við sonnum fýrverki, tá harðast leikar á, umframt at hava serlig evnir at koma sterkt aftur í seinnu hálvu av kappingum. Avbjóðarin hevur, harumframt, heimavallar fyrimunin.

 

Anand er trífeldur HM-vinnari í 2000, 2007 og 2008, meðan Topalov vann HM-heitið í 2005. Gjøgnum tíðirnar hava teir verið í orrustu í 44 talvum. Støðan er 11-10 til Topalov. 23 talv endaðu við janvleiki.

 

Og sum vanligt er. Sálarliga orrustan er longu byrjað.

 

Tað var við tógvið stríð at Bulgarar vildu góðtaka, at útseta HM-dystin frá fríggjadegi til leygardag, nú heimsmeistarin, Anand, hevði stórar trupulleikar at koma vegin fram til Sofia, grundað á øskuni úr Íslandi. Eftir 40 tímar í bili var hann frammi. ¨

 

Telvað verða 12 talv og stendur á jøvnum 6-6, verða 4 kvik-talv telvað 13. mai og hereftir verðür heimsmeistarin 2010 kosin. Anand byrjar við svarta fólkinum seinnapartin.

 

Fylgið HM í talvi 2010 á: www.anand-topalov.com