Hósdagin 23. august verður tiltakið Creative Business Cup hildið í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum. Hetta er ein innanhýsis finala millum føroyskar íverksetarar, har ein vinnari skal finnast til at umboða Føroyar í stórari finalu í Danmark.
Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping, har kappast verður um heiðurin at gerast heimsins besti íverkseti innan kreativar vinnur. Í kappingini í Keypmannahavn luttaka umboð frá fleiri enn 70 londum.
Har verða seks nýggjar spennandi føroyskar verkætlanir lagdar fram. Eisini verður fyrilestur við Heina Zachariassen, sum fer at greiða frá sínum royndum sum íverkseti á hægsta altjóða støði.
Fríðrikur krúnprinsur er í Føroyum tá, og hann fer at handa vinnaranum vinningin.
- Um mann vil finna útav, hvat rørir seg í íverksetan í Føroyum beint nú, er tað eitt gott hugskot at koma til Creative Business Cup, sigur Sóley Heradóttir Hammer, umsitari í Hugskotinum.
Tiltakið er fyriskipað av Vinnuframa, Hugskotinum, Íverksetarahúsinum og Fróðskaparsetri Føroya. Til ber at melda seg til her, og seinasta freist er mánadagin.
Í Vikuskiftis Sosialinum eru samrøður at lesa við tveir av luttakarunum til Creative Business Cup. Hesir eru Sverre Nolsøe, ið hevur uppfunnið ein persónligan alarm, og Súni Christiansen, ið hevur uppfunnið eina termokannu, ið kann bryggja kaffi.