Um tú gekk framvið høllini á Hálsi í øllum storminum mikudagin, so hevur tú óivað hoyrt nógv ýl og brøl. Tí tey larmaðu eitt sindur, øll hesi mongu børnini, ið vóru komin at spæla fótbólt. Serliga kom róp í, tá ið teir ymsu dystirnir gingu ímóti endanum, og klokkan byrjaði at telja niður. 10, 9, 8, 7...róptu øll børnini so hart tey kundu. Men tað var ikki bert rópt av lívsins megi; tað gekk eisini hart fyri seg á vøllinum. Børnini stríddust sum leyvur. Og tó, tað vóru ikki øll, ið hugsaðu so nógv um fótbóltin.
? Hygg, har er Angela, læt úr eini 6 ára gamlari gentu. Og jú, tað var víðagitna Angela úr Fres, sum eisini hevði strítt seg niðan, og børnini tey, ja, fresaðu yvir til hana, og so var fótbólturin gloymdur eina løtu.
Heppikórið megnar alt
Tað vóru alskyns børn at finna í høllini á Hálsi. Ein 8 ára gomul genta sat spent og fylgdi við fótbóltinum, tí hon hevði júst vunnið sín bólk.
? Vit hava spælt fýra dystir, og vit hava vunnið fýra dystir, men eg tími ikki so væl at spæla allíkavæl. Eg spæli bara saman við dreingjunum, segði hon, og hon ætlaði sær slettis ikki at sparka, tá ið hon bleiv stór. Hon bleiv heilt burturvið, tá ið ein frítíðarskúlalærari greiddi henni frá, at hon ikki var liðug at sparka, hon skuldi eisini spæla í finaluni.
Aðrar gentur høvdu annað at gera enn at sparka fótbólt. Seks ára gamla Ruth hevði verið við í heppikórinum.
? Okkara lið vann, tí eg rópti harðast, segði hon, men spurd, hvat tað var hon rópti, visti hon ikki veruliga.
? Tað havi eg gloymt. Eg má líka fara at spyrja Elin.
Michael Owen ella Rambo?
Fyrsti drongurin prátað varð við, var heldur keddur.
? Eg tími ikki at sita her meira, tað er so leingi inntil vit sleppa at spæla, segði hann heldur móður og troyttur
Løtu seinni skuldi drongurin tó spæla, og tá var lív í. Ikki einans varð talt av lívsins hugi niður við klokkuni, men nú var drongurin farin í eitt strórt pannuband.
? Hetta skal verða júst líka sum Rambo, sigur hann glaður og rennur inn á vøllin.
Vinmaðurin, ið eisini spældi á sama liði sum Rambo, hevði umframt pannubandið klætt seg í eina Liverpool blusu, har Michael Owen stóð á rygginum.
? Men eg haldi IKKI við Liverpool, eg havi bara fingið blusuna frá einum drongi eg kenni, tí hann passaði hana ikki meira, vissar drongurin mær í.
Steyp og bangnar mammir
Bogi Andreasen, samskipari, var sera væl nøgdur við tiltakað.
-? Jú, her gongur alt sum tað skal. Tó var meiningin, at henda kappingin skuldi verða hildin í novembur í fjør, tá við høvdu ymsar kappingar sum hjólbørukapping fyri somu børnum, men tá gjørdist so ringt veður. Men vit hugna okkum stórvegis í dag, nú vit halda heimsmeistarakapping í Tórshavn, segði Bogi Andreasen skemtandi.
Á veg út úr høllini kemur undirritaða á prát við nakrar mammur, ið eisini hava leitað sær niðan í høllina. Tær hugna sær óført, men eru bangnar fyri, hvat fer at henda, tá ið steypini og heiðursmerkini verða úthandaði.
? Oy Jesus, eg vóni at tað fer at gangast væl, annars veit eg, at onkur hjá mær fer grátandi heim.
Og jú eftir tiltakið var lokið, so vóru steypini og heiðursmerkini handaði, júst sum á eini veruligari heimsmeistarakapping, men mammurnar skuldi ikki havt stúrt. Øll børnini fóru glað heim, eisini tey, sum onki høvdu vunnið.