Leygardagin 15.juni læt Summarframsýningin hjá Norðurlandahúsinum upp við verkum hjá Ragnari Kjartansson.
Framsýningarheitið “Ragnar Kjartansson – Nøkur verk” ger lítið um seg um hugsað verður um, at tað fevnir um eina listarliga stórhending í Føroyum, hetta at ein heimskendur listamaður sum Ragnar Kjartansson hevur sína fyrstu listaframsýning í Føroyum. Nakað tað sama er galdandi fyri katalogið, hvørs innihald er av størri týdningi enn lítla støddin ber brá av. Katalogteksturin er bæði informativur og inspirerandi og framsýningin er yvirhøvur eitt satt scoop – alt takkað verið Norðurlandahúsinum og kuratorinum, Inger Smærup Sørensen.
Soleiðis skrivar Kinna Poulsen millum annað á www.listaportal.com
Og seinni heldur hon fram:
Sublimt er verkið Nur wer die Sehnsucht kennt, sum Kjartansson upprunaliga skapti til Palais de Tokyo í Paris í 2015, og sum eg í fleiri førum havi sæð á myndum og video, men sum eg nú upplivi á fyrsta sinni í Norðurlandahúsinum. Tað er ein stór, rørandi og kompleks uppliving, sum er fyllt við øllum møguligum hugasambondum. Allur salurin er umbroyttur til eina stóra installatión, ið er átøk eini scenografi til ein amatørsjónleik primitivt málaðum kavakløddum fjallatindum eins og í málningum í romantikkinum, men í skapi av fríttstandandi, útskorum plátum úr krossviði. Tá mann gongur inni í verkinum í rúminum sæst eisini ómalaða baksíðan á plátunum, sum eisini er eins týdningarmikil partur av verkinum og málaða síðan. Áskoðarin skilir bæði romantiska sitatið í verkheitinum, sum er fyrsta regla í eini yrking hjá Johann Wolfgang von Goethe, og herliga, humoristiska tónan, sum er afturvendandi í verkinum hjá Kjartansson. Men allíkavæl, so stendur mann knappliga har mitt í verkinum sum ein annar Tintin í Tibet ella sum válarin uppi yvir mjørkahavinum og er púra ófyrireikað til ávirkanina av installatiónini, sum brádliga tykist upploysa alt spei og intellektuella frástøðu. Samstundis sum illusiónin kemur óvart á, vekir verkið ein barnsligan hug til at spæla við.
Øll greinin sæst í fullari longd á listaportal.com.
Mynd: Listaportal.com/Kinna Poulsen