Heimskent boyband til Føroya

Eitt av størstu boybandunum í nítiárunum vitjar Luux í samband við trý ára føðingardagin.

Ein mynd av 5ive frá tær teir vóru í hæddini - og fimm í tali.

6. februar eru tað trý ár síðani, at dansistaðið Luux lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð, og skal tað sjálvandi hátíðarhaldast á onkran serligan hátt.

Tí hava eigararnir av Luux fingið eitt av størstu boybandunum í nítiárunum til Føroya.

Talan er um bretska bólkin Five, vanliga skrivað 5ive, ið gjørdist heimskendir við løgum sum When the Lights Go Out, Everybody Get Up, umframt eitt coverlag av We Will Rock You, ið teir spældu við restini av manningini hjá Queen.

- Hetta er eitt navn, ið rakar væl málbólkin hjá Luux, ið eru tey, ið vóru ung í nítiárunum. Talan er her um nokk størsta útlendska navnið í Luux nakrantíð, sigur Rúni Djurhuus við in.fo.

Upprunaliga manningin í Five vóru Sean Conlon, Ritchie Neville, Scott Robinson, Abz Love og Jason J Brown, men síðstu árini hevur bólkurin verið mannaður við Sean Conlon, Ritchie Neville og Scott Robinson.

Sølan til konsertina 6. februar byrjar í Kunningarstovuni í Havn í dag, og verða einans 300 atgongumerkir seld til konsertina.