Heimskendur vísindamaður til Føroya

Hann gevur gudloysingum høvuðbrýggj og vil fegin hitta føroyingar, ið eru ósamdir við hann

Um mánaðarskiftið oktober og november í ár kemur ein av heimsins kendastu vísindamonnum, John Lennox, á vitjan í Føroyum.

 

Tað er Kristiligur Felagsskapur fyri Skúlaungdóm og lesandi, KFS, sum bjóðar John Lennox hendavegin

 

Tey siga, at Lennox er professari í matematikk og limur í leiðsluni fyri matematikk og vísindaástøði á lærda háskúlanum í Oxford í Onglandi.

 

Lennox ferðast tó nógv kring allan heimin, har hann javnan vitjar lærdar háskúlar at røða um spenningin ímillum vísindi, heimspeki og átrúnað.

 

Lennox er ættaður úr Norður Írlandi, men hevur í mong ár búð nær Oxford í Onglandi.

 

- Lennox er væl útbúgvin, tí hann hevur ikki minni enn fýra Master-útbúgvingar og tríggjar Phd-útbúgvingar, siga tey í KFS

 

Lennox er vorðin kendur fyri at verja klassisku kristnu virðini og trúnna, eftir at hann seinastu árini hevur kjakast alment við nógvar kendar gudloysingar, eitt nú Richard Dawkins, Christopher Hitchens og Peter Singer

 

 

- Haraftrat hevur Lennox skrivað fleiri áhugaverdar bøkur um viðurskiftini ímillum vísindi og trúgv.

 

Í bókunum grundgevur Lennox fyri, at vísindini als ikki hevur avlívað Gud, og at nýateistar taka grundleggjandi feil, tá teir siga, at átrúnaður í sær sjálvum er vandamikil, drepur og eitrar alt.

 

Og í døgunum 29. oktober til 3. november, verður John Lennox í Føroyum.

 

 Her í Føroyum fer hann at hava fyrilestrar um spenningin ímillum vísindi, heimspeki og átrúnað.

 

- Føroyingar hava ymiskar meiningar um hesi týdningarmiklu evni, og Lennox vil fegin at møta teimum, sum hava øðrvísi meiningar enn hann, siga tey í KFS.