Bretska Vanessa Mae er heimskendur violinspælari og hevur selt fleiri enn 10 milliónir fløgur, men violinina hevur hon ikki við til OL í Sochi, har hon búleikast nú um dagarnar. Hon stendur nevniliga á skíðum og umboðar Teiland, haðani pápi hennara er ættaður.
Hon ætlaði sær at umboða Stórabretland, men tað vildu avvarandi ítróttarmyndugleikin har ikki lata stuðul til, og tá ið so Teiland bjóðaði sær til at stuðla henni, leyp hon avstað. Av tí at hon umboðar Teiland, hevur hon valt at luttaka við teilendska eftirnavni sínum og luttekur hon tískil sum Vanessa Vanakorn.
Vanessa vildi bara vera við, og tað loyvdi teilendska ítróttarsambandið henni uttan stórvegis trupulleikar og uttan kravtíð. Fyri at fyrireika seg til OL luttók hon í ungdómskapping í Slovenia, har hon endaði aftast ímillum 16-17 ára gamlar gentur.
Fyrradagin luttók 35 ára gamla Vanessa Vanakorn so í stórslalom, har hon púra sum væntað endaði greitt á aftasta plássi av teimum, sum fullførdu. Tíðin var 3:26.97, og var tað 50.10 sekund aftanfyri vinnaran, Tina Maze úr Slovenia.