VENJARA VITJAN
Føroyar gerast alt meiri samantvinnaðar við altjóða fótbóltsheimin, og tað kemur alt oftari fyri, at stór lið og kend nøvn vitja henda vegin.
Fyrst í august fer ein av kendastu venjarunum í Europa at vitja her. Talan er um Foppe de Haan. Tey flestu komast neyvan við navnið, men í europeiska fótbóltsumhvørvinum er hetta væl kendur maður.
Foppe de Haan er hollendari, og hann er nú venjari hjá hollendska U 21 landsliðnum. Hann er mest kendur fyri arbeiðið, sum hann hevur havt ábyrgdina av í Heerenveen, sum hann eftir ikki so nógvum árum megnaði at menna frá at vera so at siga vanligt bygdarfelag og til at verða partur av bestu deildini í Hollandi og at koma í Champions League.
At gerast ársins venjari í Hollandi, har fótbóltsligu dygdirnar eru nógvar, sigur ikki so lítið. Henda heiður hevur de Haan tvær ferðir rokkið. Í 1997 og í 2000.
Funnið góðar spælarar
Foppe de Haan er framvegis knýttur at Heerenveen, men hann er ikki longur høvuðsvenjari í felagnum. Hansara arbeiðið er tó framvegis grundarlagið undir menningini av ungum spælarum í felagnum.
Nógv dømi eru um, hvussu íløgan hjá Heerenveen í evnaríkar spælarar hevur eydnast. Millum hesar eru danski landsliðsspælarin, Jon Dahl Thomassen. Hann flutti blaðungur úr Køge og til Hollands, og tað verður sagt, at tað var ikki minst Foppe de Haan fyri at takka, at tað eydnaðist so væl at menna eyðsýndu evnini hjá danska spælaranum.
Eitt annað dømi um spælara, sum Foppe de Haan fekk undir hond, meðan spælarin framvegis var blaðungur, er Ruud van Niestelroy, sum seinastu árini hevur verið fremsta álopsvápnið hjá Manchester United.
Og so hevur Foppe de Haan eisini vant ein spælara við føroyskum ættarbondum, tí hálvi tvørámaðurin Marc Nygaard hevur eisini fingið ein part av sínum fótbóltsuppvøkstri í Heerenveen.
KÍ innbjóðing
Foppe de Haan, sum nú er 61 ára gamalur, verður nógv nýttur kring Europa sum íblásari fyri venjarar. Tá ið hann í heyst hevði skeið í Keypmannahavn, vóru onkrir føroyingar ímillum luttakararnar. Tá handaðu umboð fyri KÍ honum bræv við innbjóðing um at koma til Klaksvíkar. Nakað eftir svaraði kendi maðurin, at hann vildi fegin koma henda vegin, og nú er so gjørt av, at hann skal vitja í Føroyum frá mikudegnum 2. august og til hósdagin 10. august.
Nú er hetta vorðið til samstarv millum FSF og KÍ. Foppe de Haan skal í ein dag hava íblástrarskeið, sum Fótbóltssambandið skipar fyri. So skal hann í tríggjar dagar vera í Klaksvík. Ætlanin er, at hann skal fylgja venjarum, venjingum og spælarum í KÍ.Dagin eftir at Foppe de Haan verður farin úr Føroyum, skal hann í Hollandi hava tíðindafund í sambandi við landsliðið, sum hann hevur ábyrgdina av. Stóra málið hjá tí liðnum er at røkka fótbóltskappingini í olympisku leikunum, sum í 2008 fara at verða í Bejing.