Heimskendur svenskur rokkyrkjari

Svenski rokkyrkjarin Ingemar Olsson byrjaði at spæla mitt í 60árunum og er nú gamal í garði, tá ið tað kemur til kristnan tónleik. Ingemar byrjaði sum gittarleikari og sangari í ymiskum bólkum í Stokkhólmi, og framførdi við bólkum sínum á popp klubbum, sjónleikarhúsum og øðrum spælistøðum.

Veruliga gjøgnumbrotið kom í 70árunum, tá ið Ingemar fekk sín fyrsta útgávusáttmála og kom fram á bæði sjónvarps- og útvarpsrásum um alt landið. Tekstirnir frá hesum tíðarskeiðinum eru um Gud, samfelagið og sambandið millum menniskju.
Ingemar hevur eisini spælt í Norðurlondum, USA og Evropa. Um aldarskiftið kom fløgan Cry for Life út. Hendan útgávan var úrslit av samstarvi við Oslo Gospel Choir.
Fleiri av hansara sangum, bæði frá hansara ungu døgum og eisini teir nýggju, verða í dag sungnir um allan heimin og hava eisini verið í toppinum á svensku hittlistunum.