Umframt luttøku úr Eysturríki eru øll Norðurlond umboðað á tónleikastevnuni Summartónar, sum byrjar komandi fríggjadag. Eins og undanfarin ár eru tað tónleikarar á høgum støði, ið syrgja fyri at konsertirnar eru stórar at uppliva. Men eisini úrvalið av tónlistaverkum ger, at her er eitt sindur fyri øll.
Hetta er eisini tónleikastevnan, har vit sleppa at hoyra tónleik frá okkara egnu tónaskøldum, og fleiri føroysk verk verða frumframførd. Føroysku tónleikaskøldini, ið luttaka, eru Pauli í Sandágerði, Atli Petersen, Tróndur Bogason, Edvard Nyholm Debes, Kristian Blak, Kári Bæk og Sunnleif Rasmussen.
Allir tónleikararnir á Summartónum eru á einum sera høgum støði og nógvar góðar og forvitnisligar framførslur eru í væntu. Nevnast kunnu millum onnur Sergei Azizjan og Elena Semishina á piano, kendi svenski sangarin Håkan Hagegård við pianisti, Blásarakvintett Reykjavíkar og kórið Hymnia úr Danmark.
Av okkara egnu tónleikarum verða hesi at hoyra og síggja: Anna E. Klett, Johannes Andreassen, Elsa S. Dalsgarð og Joana Johansen.
Tvey norðurlendsk tónaskøld eru eisini til staðar og fáa verk framførd á tónleikastevnuni í ár. Tey eru danin Ib Nørholm og íslendingurin Atli Heimir Sveinsson.
Í sambandi við Summartónar 2000 er komin út ein skrá, har allir upplýsingar um tiltøk, tónaskøld og tónleikarar eru at fáa. Skráin fæst í Norðurlandahúsinum, TUTL og í kunningarstovunum kring alt landið.









