Heimskendur list á Listasavninum

Komandi viku letur upp framsýning á Listasavninum við verkum hjá heimskenda listamanninum

Vilmantas Marcinkevicius




Vilmantas – Samleiki 2009 er heitið á framsýning hjá litaviska listamanninum Vilmantas Marcinkevicius, sum letur upp á Listasavninum fríggjadagin 8. mai. Framsýningin er eitt framhald av ársins Várframsýning, sum eisini hevur samleika sum evni. 



Eg elski, tí eri eg

Í eini røð av verkum viðger Vilmantas samleikan, eitt evnið ið hann í fleiri ár hevur arbeitt við og granskað. Vilmantas vísir, at hann hevur stórt innlit í og fatan av menniskjans innastu tonkum, dreymum, gleði og stúran. Hann hevur í listini fingist við lívsins mongu síður og við hegni og innlivan málað tær fram á ein ítøkiligan hátt, sum hugtekur áskoðaran og fær hann at grunda um tilveru og sjálvsfatan sína, verður sagt í skrivi frá Listasavninum.

Ingeborg Bugge, sum starvast sum listfrøðingur á Listasavni Føroya, hevur skrivað katalog um framsýningina. Í kataloginum skrivar listfrøðingurin afturlítandi um kærleika og samleika í listini hjá Vilmantas undir yvirskriftini AMO, ERGO SUM – “Eg elski, og tí eri eg”.



Best millum 3500 listafólk

Vilmantas Marcinkevicius er føddur í 1969 í Kaunas í Litavia og hevur holla útbúgving frá listaháskúlanum Vilnius Art Academy. Hann hevur sýnt fram list sína nógvastaðni kring Evropa umframt í USA og Japan. Eisini hevði hann framsýning í Norðurlandahúsinum í Havn í 1997. Í ársins stóru listakapping hjá Saatchi Gallery í London, sum er heimsins størsti netportalur innan list, gjørdist Vilmantas vinnarin millum 3500 listafólk við verkinum Madonna of the 21st century.

Vilmantas hevur eisini m.a. eisini gjørt andlitsmyndir av Joachim prinsi og Alexandru greivinnu og øðrum kendum persónum. Málningur hansara "Tired Man" hongur í Evropa Parlamentinum. Bæði í heimlandinum og í Danmark hevur Vilmantas vunnið fleiri virðislønir fyri síni listarligu avrik. Hann hevur í fleiri ár verið fastur framsýnari í Galleri NB í Viborg og Roskilde, har eisini føroysk listafólk hava sýnt fram.

Framsýningin hjá Vilmantas á Listasavninum verður opin fram til 19. juli 2009