Heimskendur bilur við Norrönu

Tá Norrönu kom á Havnina mánamorgunin var ein heilt serligur bilur umborð við eini kendari nummarplátu. Talan var um bilin hjá Anders And við nummarplátuni 313. Bilurin er heilt identiskur við tann sum vit kenna frá Walt Disney filmum og Anders And blaðnum.

Bilurin hjá Anders And var fyrstu ferð at síggja í einum Walt Disney teknifilmi í 1937. Bilurin kom ikki í land í Føroyum men fór víðari til Íslands. Helst er Anders And farin til Íslands at hátíðarhalda sín 75 ára føðingardag.