Heimskendir jassarar í Vágsbotni.

Ein frálík jasstrio saman við einum framúrskarandi jasssaksofonleikara hetta er uppskriftin, tá Havnar Jazzfelag í kvøld bjóðar til jasskonsert í Miðlahúsinum.

Konsert

Jass trummuleikarin Axel Riel fer í kvøld á pallin í Miðlahúsinum í Vágsbotni, við sær hevur hann vanligu fylgisveinar sínar klaverleikaran Heina Hansen og bassleikaran Jesper Lundgaard umframt gestatónleikaran Benjamin Koppel. Talan er sostatt um eina jasskvartet í absoluttum heimsflokki. Riel, Hansen og Lundgaard hava í nøkur ár spælt undir navninum Axel Riel Trio, og fyri roynda trummleikarin er trioin ein dreymur, ið gerst veruleiki. Saman hevur trioin gjørt fløguna What Happened? Ið fekk sera góða móttøku. Ummælarin hjá DR Celine Hastrup skrivaði:
- Jeg har altid sindssygt godt kunnet lide Alex Riel. Der er få trommeslager der som han kan lyde så afsindigt veloplagte, og hans spændvidde fra direkte no-nonsense swing over fed rock og turbulente og farvemættede eksplosioner til klangfuldt, fint balladespil kan man bare tage hatten af for.
Kjeld Frandsen skrivaði í Berlingske Tidende:
- Med bassisten Jesper Lundgaard som sekundant swinger det ganske guddommeligt, og der bliver plads og luft til overrumplende flotte udfoldelser fra det unge stortalent, pianisten Heine Hansen.
Tað er Havnar Jazzfelag, ið skipar fyri konsertini.
Konsertin er kl. 21.00 í kvøld. Atgongumerki fáast við dyrnar á 80,-