Tað er nú greitt, hvørjir dómararnir vera í kappingini fyri ungar, føroyskar tónleikarar, sum spæla klassiskan tónleik.
Kappingin, sum kallast, Stella Polaris, verður í Norðurlandahúsinum 28. februar og 1. mars og har sleppa ungir føroyingar, sum spæla kalliskan tónleik, at royna sínar dygdir.
Og ikki kann sigast annað enn, at tað er eitt sera sterkt dómarapanel, sum skal døma í kappingini, siga fyrireikararnir.
Í dómsnevndini eru fimm limir, Ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrarar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikin í breiðari merking.
Dómsnevndarformaður verður heimskendi skotski trompetleikarin, John Wallace.
John Wallace er rektari á Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow og er kendur víða um, sum ein av fremstu trompetleikarum seinnu mongu árini. Tað er hann, sum er á myndini
Dómari, ið umboðar tónleikin í breiðari merking, verður heimskendi blokkfloytuleikarin Michala Petri. Hon er úrmælingur á blokkfloytu, og framførir kring allan heimin. Hon er harafturat proffessari á Kgl. danska tónlistaskúlanum í Keypmannahavn.
Umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla verður Bo Isholm og Bernharður Wilkinson skal umboða Føroya Symfoniorkestur. Umboðið fyri áhoyrararnar verður Anna Sofía Restorff.
|










