Vikuskiftið í Havn hevur nógv at bjóða. Millum annað verða heimskendir dj´arar í Eclipse fríggjakvøldið Byin.fo bjóðar um vikuskiftið tónleik í hásæti. Heimskendir dj´arar undirhalda fríggjakvøldið í Eclipse. Umframt Dj Svendelbo verða eisini aðrir útlendskir dj´arar. Talan er um Dj Crapman og Dj Rex.
Eisini føroyskur tónleikur er á skránni hjá byin.fo hetta vikuskiftið.
Fríggjakvøldið verður vælumtókti føroyski bólkurin Páll Finnur Páll í Rex, og leygarkvøldið verða Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen at hoyra í Rex.
Sostatt leggur byin.fo upp til eini sera fjølbroytt páskir.