Íslendski handilsmálaráðharrin, Gylfi Magnússon, heldur lítið um teir, sum stóðu á odda fyri teimum íslendsku bankunum undan skrædlinum í fjør. Í samrøðu við bretska blaðið Times sigur hann, at teir íslendsku bankamenninir vóru heilt einfalt teir ringastu í heiminum.
Gylfi Magnússon sigur, at eftir seks árum eydnaðist tað oddamonnunum at taka ræðið á bankunum og at trífalda stødd teirra, áðrenn alt rapaði.
Íslendski handilsmálaráðharrin sigur, at síðani kreppan byrjaði, hava bankamenn um allan heimin skammað seg, men at eingin teirra kann sammetast við teir íslendsku.










