Heimsins verst klæddi maður er eitt ára gamal

At Esquire Magazine hevur valt ein eitt ára gamlan drong til heimsins verst ílatna mann, hevur fingið sinnini í kók.


Sean Preston Federline, sonur Britney Spears og Kevin Federline er í september útgávuni av tíðarritinum Esquire Magazine valdur sum heimsins verst klæddi maður.
 
Á heimasíðuni hjá Esquire sigur blaðið, at tað er eingin umbering fyri at ganga soleiðis ílatin, at hann er sonur Britney og Kevin. Men, at hann er eitt ára gamal er næstan ein umbering. Heitt verður á hann, at syrgja fyri at fáa skil á sínum hattum, so skjótt sum hann er nóg gamal til tað.
 
Sambært ABC News hevur valið av einum eitt ára gomlum fingið sinnini í kók hjá nógvum. Blaðið er áður farið illa við t.d. Chelsea Clinton, tá hon var tannáringur, men hesuferð er blaðið fari ov vítt.
 
Mótaráðgevin Rachel Weingarten sigur við ABC News, at hon einki hevur ímóti, at man argar kend fólk eitt sindur, men heldur lítið um, at blaðið leggur eftir einum smábarni, ið ongan møguleika hevur at verja seg. Ofta eru tað stjørnir, ið royna at leggja seg eftir at sleppa á tílíkar listar, tí hetta gevur áhuga fyri teirra persóni í fjølmiðlunum. Men hetta er ikki galdandi fyri ein eitt ára gamlan drong.
 
Sean Preston vinnur ivasama heiðurin framman fyri Mark Anthony og Axl Rose.