Heimsins vandamesta byrging kann bresta

Verkfrøðingar hjá amerikanska herinum siga, at eitt lítið óhapp kann fáa byrgingina við irakska býin Mosul at bresta, og tað fer at krevja fleiri hundraðtúsund mannalív

Útrokningarnar hjá amerikonsku verkfrøðingunum siga, at brestur byrgingin, fer ein 20 metrar høg flóðalda at skola oman yvir býin Mosul, har 1,7 mió. fólk búgva.

 

Amerikanska herleiðslan heitti longu í vár á iraksku myndugleikarnar um at tryggja byrgingina við Mosul, men sambært einari frágreiðing, sum blaðið Los Angeles Times hevur fingið fatur á, er at kalla einki gjørt.

 

Verkfrøðingarnir hjá amerikanska herinum søgdu longu fyri einum ári síðani, at byrgingin við Mosul er tann vandamesta í heiminum. Tað hevði við sær, at amerikanski herovastin í Irak, generalurin David Petraeus, og amerikanski sendiharrin í Bagdad, Ryan Crocker, sendu Nouri Maliki, forsætisráðharra eitt bræv, har teir gjørdu vart við, hvat kann henda, um byrgingin við Mosul brestur.

 

Í brævinum mettu teir, at ein tílík vanlukka kann kosta 500.000 mannalív. Sambært Los Angeles Times stendur eisini í brævinum, at eitt óhapp við byrgingini kann elva til vatnflóð í Tigris-ánni heilt suðuri við Bagdad.