Heimsins vánaligasti vertur deyður

Kendi enski skemtarin Mel Smith, doyði í gjár 60 ára gamal. Hann doyði í heimi sínum av einum hjartatilburði, skrivar BBC News.

Føroyingar hava sæð nógv til Mel Smith í sjónvarpi, tí í fleiri ár samstarvaði Mel Smith við Griff Rhys Jones um skemtirøðina ”Not The Nine O’clock News”, sum varð send í Føroyum undir heitinum "Heimsins vánaligstu vertir".

 

- Eg kann ikki trúgva, at hetta er hent. Mel var ein framúr góður sjónleikari, og hóast vit arbeiddu saman í nógv ár, skeldaðust vit ongantíð um nakað. Hann var eitt  fantastiska positivt og gott menniskja, og eg fari at minnast aftur á tíðina sum nakað av tí stuttligasta, eg havi upplivað í mínum lívi, sigur Griff Rhys Jones.

 

Óváttað tíðindi vilja verða við, at Mel Smith hevur verið sjúkur eina tíð.