Heimsins størsti rockfestivalur er runudíki

Áarføri hevur gjørt ársins Wacken festival til eina ordans runuveitslu

Hetta vikuskiftið verður størsti rockfestivalurin í heiminum hildin í Wacken í Týsklandi.


Tungmálmsbólkar í stórum tali undirhalda á pallunum, og fjepparar úr øllum heiminum savnast á risastóra festivaløkinum.

Í ár er tað hent, upp undir festivalin hevur tað regnað so illa í tveir dagar, at tað svarar til tað, sum vanliga er av avfalli í tveir mánaðir. Tað megnar lendi ikki at drekka í seg, og úrslitið er evja og móra um alt festivaløkið.

Tey, sum hava verið á Wacken gjøgnum nógv ár, siga, at tey hava ongantíð upplivað nakað líknandi, og helvtin av gestunum hava leitað sær heimaftur.