Toyota er framvegis heimsins størsti bilaframleiðari. Sum einasta bilmerki í heiminum seldi Toyota meira enn 10 milliónir bilar í 2015. Samlaða sølan var 10,15 milliónir bilar.
VW Group er næststørst við 9,9 milliónum seldum bilum, og nummar trý á listanum er General Motors við 9,8 seldum bilum í 2015.
Toyota er virðismiklasta bilmerki í heiminum og telist millum virðismiklastu fyritøkurnar í heiminum yvirhøvur.
Kelda:Motormagasinet.dk