Í einari fólkaatkvøðu, har fólk fingu spurningin, um kommunan skuldi býtast í tvey ella ikki, tóku 78 prosent undir við at býta kommununa sundur. Men valluttøkan var ikki stór, bara 52 prosent.
Tað er kortini ikki vist, at Qaasuitsup Kommunia verður býtt sundur. Úrslitið av fólkaatkvøðuni er bara vegleiðandi, og nú skal kommunustýrið lata landsstýrinum tilmæli, og ta endaligu avgerðina eigur landsstýrið.
Fyri einum ári síðani búðu knappliga 17.500 fólk í Qaasuitsup kommunu. Tað svarar til ein lítlan triðing av fólkinum í Grønlandi.