Heimsins størsta jólatræ á floti

Heimsins størsta jólatræ er í Brasil

Sambært Guinness metbókini er heimsins størsta jólatræ, jólatræið, sum er á einari flótubrúgv í Radrigo de Freitas lagununi í brasilska stórbýnum, Rio de Janeiro. 

 

Flótandi jólatræið hevur eina ørandi hædd, sum er heili 86 metrar. Tað er vorðin ein fastur siður í Rio de Janeiro at hava eitt slíkt jólatræ, og hvørt ár verður roynt at yvirganga undanfarna árið.

 

Á myndini sæst jólatræið í Radrigo de Freitas lagununi.