Heimsins sterkasti til Føroya

Helst sterkasti maður nakrantíð kemur um smáar tveir mánaðir til Føroya at kappast.

Zydrunas Savickas úr Litava, sum er vorðin heimsins sterkasti maður fýra ferðir, kemur í september til Føroya at kappast. Tað verður í kappingini Toyota Cup, áður kend sum Battle of the North.


Zydrunas Savickas er 40 ára gamal, 191cm høgur og vigar 180kg. Mong vilja vera við, at hann er sterkasti maður nakrantíð, og tað verður tað eisini trupult at grundgeva ímóti, tí hann hevur eina rúgvu av heimsmetum, hevur verið heimsins sterkasti maður fýra ferðir og hevur vunnið Arnold Strongman Classic heilar sjey ferðir.


Umframt hann, so koma eisini Eddie Hall og Laurence Shahlaei úr Onglandi, Ole Martin Hansen úr Noregi og Nicolai Hansen úr Danmark. Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen, luttekur eisini, eins og veteranurin, Bogi Hammer, møguliga eisini luttekur.


Seinast vóru næstan 2000 fólk til kappingina í Føroyum, og fyrireikararnir vænta eins nógv fólk hesaferð. Kappingin verður í høllini á Hálsi 12. september kl.16.00. Atgongumerkini verða til keyps í Yndi fyrst í komandi mánaða.


Í Sosialinum í dag er samrøða við Boga Hammer, fyriskipara, har hann eitt nú greiðir frá hvussu tað eydnaðist at fáa Zydrunas Savickas til Føroya.