Zydrunas Savickas, eisni kendur sum Big Z, er heimsins sterkasti maður. Hann hevur jú játtað, at vera við í Battle og the North 2015, sum verður í Føroyum. Tað sigur Bogi Hammer, fyriskipari av kappingini, í dag.
- Eg eri sera glaður og ikki minst spentur, tí heimsins sterkasti maður, Zydrunas Savickas hevur játtað fyri mær, at hann kemur til Føroya komandi ár, at kappast i Battle of the North 15, sigur Bogi Hammer.
Zydrunas Savickas er fýra ferðir kosin til heimsins sterkasta mann. Umframt tað, so hevur hann millum annað sjey ferðir vunnið kendu kappingina, Arnold Strongman Classic Champions, ið er uppkallað eftir kenda action filmsleikaranum og politikkaranum, Arnold Schwarzenegger.
Í fjør vann Hafþór Júlíus "Thor" Björnsson kappingina Battle of the North. Hann og Zydrunas Savickas kappast um at verða heimsins sterkasti. Í løtuni hevur Zydrunas Savickas munin.