Alkoholstyrkin í skotska Tactical Nuclear Penguin er ikki minni enn 32 volumuprosent. Við hesum er ølin frá Brewdog-bryggjarínum nú ovast á listanum yvir sterkastu ølirnar í heiminum. Gamla metið hevði týska merkið, Schorschbraer, sum hevði eina styrki upp á 31 volumuprosent.
- Hetta snýr seg um at flyta mørkini innan ølbrygging, og tað snýr seg um at fáa innovatión í øl-ídnaðin, sigur James Watt, stjóri á Brewdog við BBC.
Hann mælir sjálvur til, at ølin verður drukkin í sera smáum nøgdum, tí endamálið er at njóta smakkin heldur enn at drekka seg fullan, sigur hann.
Og er tað fyri alkoholnøgdina, at ølið skal keypast, so er helst bíligari at keypa onnur og meira vanlig merki. Prísurin fyri eina fløsku av Tactiacal Nuclear Penguein liggur nevnliga um tær 250 krónurnar.