Týskarin, Michael Eisele, fekk sunnudagin ein tosk á tráðu sum vigaði heili 47 kilo og var 1,60 metrar langur. Toskurin varð veiddur á Sørøya í Finnmørkini.
Dagligi leiðarin á Sørøya Havfiskeselskap, Darius Ignatavicius, er vanur at síggja stórar toskar, men toskurin, sum týskarin fekk, ber av øllum.
- Her verður nógv fiskað, og tað er einki óvanligt í, at okkara gestir dagliga fáa toskar, sum viga eini 25-27 kilo.
Tað eru mest evropearar, sum fiska í Sørøya, men her koma eisini fólk úr eitt nú Kanada og Avstralia. Tey eru mong, sum vilja luttaka í fiskaævintýrinum beint uttan fyri dyrnar á Sørøya.
Altjóða felagsskapurin fyri frítíðarfiskimenn - IGFA - hevur skrásett størsta toskin heilt aftur til 1969, og sambært hesi skráseting er toskurin, sum týskarin, Michael Eisele, fekk sunnudagin, heimsins størsti.
Tað skrivar Finnmark Dagblad.
Týskarin sigur, at stóri toskurin verður "útstappaður" og hongdur upp á veggin.